Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
09. mar. 2026

Nevndarval og formansval í Heilsurøktarafelafinum.

NEVNDARVAL 2026

Tá freistin at stilla upp til nevndarval í Heilsurøktarafelaginum, var úti 7. mars kl. 18, vóru fýra uppskot innkomin til nevndina. Tey eru sitandi nevndarlimir Elisabeth Eið Eliasen, Elsebeth Samuelsen og nýggj eru Beinta Simonsen og Alvin Joensen

Tiltakslimir verða valdir á aðalfundinum.

FORMANSVAL 2026
Tá freistin at stilla upp til formansvalið í Heilsurøktarafelaginum , var úti 7. mars kl. 18, var bert eitt uppskot komið inn, ið var frá sitandi forkvinnu Bingerð H. Fosságil

Hetta merkir, at Bingerð H. Fosságil heldur fram sum forkvinna komandi 3 árini.