Búmerki hjá Heilsurøktarafelag Føroya
23. jan. 2026

Aðalfundarlýsing 2026.

Ársaðalfundur á Hafnia 18. apríl 2026

 

 

Á aðalfundinum verður sum vanligt val av tveimun nevndarlimum og einum tiltakslimi.

Somuleiðis verður forfólkaval.

Tey, sum standa fyri vali sum nevndarlimir eru: Elsebeth Samuelsen og Elisabeth Eið Eliasen.


Sum tiltakslimur stendur Jacoba Torgun Winther fyri vali.


Sum forfólk stendur Bingerð H. Fosságil, forkvinna, fyri vali.


Í sambandi við aðalfundin og valini skulu vit siga frá, at freistin at senda uppskot til viðgerðar fyri aðalfundin, og uppskot um uppstilling til nevndarvalið er 7. mars 2026. kl. 18.00.

§7. Aðalfundur

Stk. 2. Øllum limum er heimilað skrivliga at bera fram uppskot til viðgerðar á aðalfundinum. Øll uppskot skulu vera forkvinnuni í hendi í seinasta lagi tann 7. mars áðrenn ásetta aðalfundin. Ongar avgerðir av týdningi kunnu takast undir punktinum “ymiskt.”

Stk. 3. Á dagsskránni fyri aðalfundin skulu vera hesi punkt:


1. Val av fundarstjóra og atkvøðuteljarum
2. Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum
3. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar
4. Ùrslit av nevndarlimum og tiltakslimi verður kunngjørt
5. Val av einum løggildum grannskoðara
6. Innkomin mál
7. Ymiskt


Freistin at tekna seg til aðalfundin er 8. apríl kl.12.00 á telduposti hrf@hrf.fo ella á telefon 315670.